Hesin bólkurin av teldusníkum, ið kallar seg FulcrumSec, sigur seg hava stolið meira enn eitt terabyte av dátum frá Novo Nordisk og kravt umleið 160 milliónir krónur frá danska heilivágsrisanum.
Sambært Reuters sigur FulcrumSec, at limir í bólkinum vóru inni í netverkunum hjá Novo Nordisk í meira enn tveir mánaðir. FulcrumSec sigur, at dáturnar fevna um keldukotu, upplýsingar um góðkendan og ikki góðkendan heilivág, royndargøgn, starvsfólk, læknar, sjúklingar og aðrar innanhýsis upplýsingar.
Novo Nordisk tekur málið í álvara
Novo Nordisk sigur, at felagið er vitandi um pástandirnar um, at dátur eru avritaðar uttan loyvi og lagdar út á netið.
Felagið sigur, at høvuðsskipanirnar framvegis eru í vanligum rakstri, og at tað er í sambandi við viðkomandi myndugleikar.
Dátur kunnu verða seldar
FulcrumSec sigur, at Novo Nordisk noktaði at gjalda. Tí ætlar bólkurin nú selja partar av dátunum.
Bólkurin sigur tó, at hann ikki vil almannakunngera ávísar dátur um starvsfólk, læknar, sjúklingar og framleiðsluskipanir.