Lutakastið kundi havt verið hepnari hjá Víkingi og NSÍ, sum fara at luttaka í fyrsta umfari í Conference League.
Mótstøðuliðið hjá NSÍ er Hamrun Spartans úr Malta, har tað oftast er rættiliga heitt í juli, og mótstøðuliðið hjá Víkingi er íslendska Stjarnan, sum eigur heimavøll í Garðabær á Reykjavíkarleiðini.
Felags fyri Hamrun Spartans og Stjarnuna er, at tey síðsta kappingarár endaðu á bronsuplássi.
KÍ í Champions League og bæði NSÍ og Víkingur í Conferenece League standa til at spæla fyrra dystin á heimavølli. KÍ fer at spæla í Klaksvík mánadagin 7. juli, og dystirnir hjá Víkingi og NSÍ vera mikudagin 9. juli og mikudagin 16. juli. Tað kann gott vera, at teir verða fluttir ein ella tveir dagar annan vegin ella hinvegin.
Stjarnan er í løtuni á áttanda plássi í bestu íslendsku deildini, sum er 10 umfør gomul, og á Malta er tað í løtuni summarsteðgur. Í fjør megnaði Hamrun Spartans at vinna seg í Conference League.
Í fjør tapti Víkingur samantalt ímóti Linfield FC úr Norðurírlandi.
Í fjør tapti NSÍ samantalt ímóti HJK Helsinki úr Finnlandi. Eftir 4-0 sigur í Klaksvík tapti NSÍ eftir longda leiktíð 5-0 á útivølli.