Ongi úrslit

Nú er einki til hindurs fyri at taka tunnilin í nýtslu leygardagin

Dalstunnilin. Myndin er frá Landsverki
Áki Bertholdsen
13. juli kl. 17:09

Sum vit áður hava skrivað, verður nýggi Dalstunnilin tikin í nýtslu leygardagin. Og í dag er tunnilin endaliga góðkendur til almenna ferðslu og sostatt er klárt at klippa snórin.

Í hesum sambandi hava Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjøgnumgingið projektið, tilbúgvingina og trygdarútgerðina í Dalstunlinum.

Men áðrenn tunnilin kundi endaliga góðkennast til almenna ferðslu, skuldi trygdarútgerðin í tunlinum roynast í verki og tí var stór venjing hendan dagin, sigur Landsverk.

Venjingin var fríggjadagin har eini 40 fólk frá løgregluni, Húsavíkar kommunu, sløkkiliðnum á Sandi, Heilsuverkinum, Ambulansutænastuni og Landsverki, tóku lut.

Í hesum sambandi royndu tey tilbúgvingarætlanina, tøknina, mannagongdir og eftirkannaði samskiftisútgerðina í tunlinum.

Allir partar høvdu sínar egnu eygleiðarar við, og tá ið venjngin var av, skrivaðu teir hvør sína frágreiðing um venjingina.

Løgeglam sum samskipar tilbúgvingina, hevur tikið saman um niðurstøðurnar og úrslitið er, at tilbúgvingin í Dalstunlinum er góðkend.

Somuleiðis hevur Landsverk gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini, og í dag hevur Landsverk staðfest, at Dalstunnilin lýkur øll krøv.

Somuleiðis hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Dalstunniln til almenna ferðslu.

Og sostatt er nú endaliga klárt at taka tunnilin í nýtslu leygardagin.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

Í gjár kl. 13:00

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11