Ongi úrslit

Nú er eldradepilin í Kollafjørði fluttur - enn eina ferð

Bergur Robert Dam Jensen, býráðslimur, vildi hava býráðið at flyta eldradepilin, og tað fekk hann undirtøku fyri
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í langa tíð hevur verið tosað um at byggja ein eldradepil í Kollafjørði, men tað hevur gingið illa at finna eitt stykki at byggja hann á.  

Nú hevur meirilutin í Tórshavnar býráð hevur nú - enn eina ferð - samtykt at flyta eldradepilin.

Tað var Bergur Robert Dam Jensen, býráðslimur úr Kollafjørði fyri Javnaðarflokkinum, sum bað býráðið samtykkja at flyta eldradepilin.

Býráðið hevur annars samtykt, at hann skuldi vera á Todnesi, men har hevur gingið strilti at útvega økið, sum er eitt festi og nú vil býráðslimurin hava hann fluttan til Norðreki, tí hann sigur, at alt er steðgað upp og hann heldur, at tí má eldradepilin flytast fyri at fáa gongd á málið.

Og tað samtykti býráðið í gjár. Samstundis samtykti býráðið, at umsitingin í býráðnum skuldi leggja eina heildarætlan fyri Norðreki við nýggjari kirkju, eldradepli og kanska eldrabústaðum.

Tað vóru sjey atkvøður fyri og seks ímóti. Tey, sum atkvøddu fyri, vóru Heðin Mortensen, Bergur Robert Dam Jensen, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Birgir Nielsen, Høgni Vilhelmsen og Annfinn Brekkstein.

Ímóti atkvøddu Elsa Berg, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Annita á Fríðriksmørk, Anja Weyhe, Kristianna Winther Poulsen og Guttormur í Skála.

Elsa Berg, borgarstjóri, sigur, at hetta fer bæði at seinka verkætlanini og at gera hana dýrari. Eitt nú sigur hon, at byggisamtyktin má broytast og tað tekur langa tíð.

Hon sigur, at ætlaða bústaðarverkætlanin á Norðreki er seinkað, tí tað hevur gingið illa at fáa atkomuviðurskiftini í rættlag og tað fer eisini at seinka verkætlanini.

Býráðslimir siga eisini, at hetta er triðju ferð, upp á try ár, at eldradepilin verður fluttur, tí onkrar staðsetingar hava elvt til mótstøðu og at verður hann aftur fluttur, er eisini væntandi, at mótmæli fara at koma ímóti tíð.

Men onkrir býráðslimur helt fyri, at hetta tað, kollfirðingar vilja, skulu tey ikki liggja í vegin fyri tí og tí varð tað samtykt.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

Í gjár kl. 13:11

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

13. sepember kl. 09:12