Ongi úrslit

Nú er Ikki so stórur ágangur úr útheiminum ímóti grindadrápi

Áki Bertholdsen
4. august kl. 17:00

Tað tykist ikki sum um at umheimurin er so upptikin av grindadrápi longur.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum.

Tað er altíð ein ávísur ágangur úr umheiminum ímóti grindadrápi. Men tað vóru mong sum stúrdi fyri, at ágangurin fór rættiliga at harnað fyrr í summar, tá ið Løgtingið broytti lógina soleiðis, at grindadráp ikki longur skal vera umfatað av lógini um djóravælferð.

Tað merkir, at øll viðurskifti í sambandi við grindadráp skulu viðgerast eftir grindalógini og ikki eftir lógini um djóravælferð.

Men Bárður á Steig Nielsen sigur, at tann ágangurin kom ongantíð.

Hann sigur, at sjálvur hevði hann væntað, at stóra grindadrápið í Sandagerði fyrr í summar, har yvir 400 hvalir løgdu beinini, fór at elva til eina kraftiga reaktión úr útheiminum.

Men tann reaktiónin kom heldur ikki, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at tað er altíð ein ávísur ágangur serliga frá umhvørvisfelagsskapum. Men tað hevur ikki verið verri nú enn vanligt og tey, vit hava handilssamband við, hava ikki latið við seg koma.

– Tað sær ikki út til at umheimurin er serliga upptikin av grindadrápi longur, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

20 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39