Ongi úrslit

Nú er nýggj Dimmalætting at fáa í blaðsølunum

Jonhard Hammer
2 tímar síðan

Í blaðnum hesa ferð hava vit nógv um viðurskiftini hjá teimum eldru, og vit hava eisini nógv um, hvat røkist í teimum ymsu plássunum í Norðoyggjum.

Nógv minnast gamla hovmeistaran á Smyrli, Heegaard Haraldsen. Nú er hann 98 ára gamal, men hevur tað framvegis gott, og hann svimur hvønn dag

– Ja, eg havi tað gott, sjálvt um eg sjálvandi ikki eri tann sam í dag, sum fyri árum síðani, sigur hann.

Annimi L. Joensen, forkvinna í eldraráðnum í Tórshavnar kommunu, heldur, at tað er neyðugt at. taka tey eldru skulu verjast betur

ímóti harðskapi og misrøkt. Hon heldur eisini, at onkusvegna eru størvini í eldrarøktinum komin í ringt og tað er eitt mál, myndugleikarnir eiga at taka upp.

Samstundis vísa vit á útrokningar sum vísa, at hesi næstu árini er tað neyðugt at byggja eldrastovnar fyri 1,2 milliard, og at útvega eini 450 starvsfólk afturat.

Fleriri føroyingar vitja Fred­heim og longu eftir eina viku í tryggum kørmum og eru bæði vektin, blóðsukrið og kolesterolið nógv lægri, enn tey vóru frammanundan

Ein týðandi partur av arbeiðnum hjá Reyða Krossi er at hava eina skipan við vitjunarvinum til eldri.

Vit hava tosað við tveir vitjunarvinir, Johan Dahl løgtingsmann og 21 ára gomla Turið Andreasen, um hvat tað er at vera vitjunarvinur, og hvussu gevandi tað er, bæði fyri tey og tey gomlu.

Olea Justesen, sum hevur starvast á herberginum hjá Frelsunarherinum í útvið 30 ár

– Tey eru góð við meg, tí eg eri góð við tey, sigur hon.

Í Kunoy er er borgarstjórin rættiliga ónøgdur við samferðsluviðurskiftini. Hetta er upp­ skriftin upp á at av­ tofta ein útjaðara, sigur hann.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Dolly Parton, countrylegenda farin foldum frá

25. august kl. 19:18

Løgreglan hevur eina staðiliga áheitan á foreldur at ungdómum

28. august kl. 10:40