Ongi úrslit

Nú er nýggja avtalan um Grønland undirskrivað

Jens-Frederik Nielsen, Mette Frederiksen og Donald Trump hava nú skrivað undir semjuna um Grønland, sum er staðfesting av, at tað er grønlendska fólkið, sum eigur síðsta orðið

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Stjórnarleiðararnir úr Danmark, Grønlandi og USA eru savnaðir til undirskrivingarhátíðarhald í New York. Avtalan skal styrkja felags førleikan at ræða møguligar mótstøðumenn frá at leypa á, skrivar Ritzau.

Og nú ljóða tað øðrvísi tónar, enn tað hava gjørt síðstu árini. Tá hevur tað aftur og aftur verið endurtikið frá Donald Trump, at tað var alneyðugt, at USA fekk ræðið á Grønlandi, og at Grønland skuldi vera partur av USA.

Í sambandi við at nýggja avtalan varð undirskrivað, segði Mette Frederiksen soleiðis:

-Vit eru errin av at kalla USA fyri vin. Fyri 75 árum síðani gjørdu vit eina avtalu. Í dag skriva vit undir eina enn betri avtalu, sum kann vara um ævir, segði hon.

Frammanundan hevði Donald Trump í røðu síni í ST boðað frá, at USA fer at økja munandi um hernaðarligu nærveruna í Grønlandi.

Sambært amerikanska forsetanum skulu tvær nýggjar, sera stórar herstøðir byggjast. Einki varð sagt um, hvat tær skulu byggjast. Fyrr í dag hava bæði amerikanskir og danskir miðlar sagt, at onnur verður í Narsarsuaq í Suðurgrønlandi. Har hevur USA áður havt eina støð, og har er flogvøllur framvegis. Hin verður í Eysturgrønlandi í tí, sum eitur Mestersvig. Tað er har, sum danska Sirus patruljan nú heldur til.

Frammanundan hava amerikanarar bert eina virkna herstøð í Grønlandi, sum er Pituffik Space Base (fyrr kallað Thule Air Base) í Norðurgrønlandi.

 

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11