Tað legst framvegis til við nýggjum spælarum í Sarpugerði.
Fyrr í vikuni hevur Víkingur boðað frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmálar við Jónas Prior, Jóhan Josephsen og Martin Johansen.
Í kvøld boðar Víkingur frá, at felagið hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Sebastian Lau Nielsen.
30 ára gamli framrættaði danski spælarin hevur spælt við B68 síðani 2022. Sambært FaroeSoccer hevur Sebastian Lau Nielsen hesi fimm árini spælt 120 landskappingardystir í Meistaradeildini og skorað 22 mál, og í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 12 dystir og skorað tvey mál.
Í Sebastiani fáa vit ein hartarbeiðandi og orkuríkan leikara, ið fyri tað mesta spælir á framrættaðu plássunum, skrivar Víkingur í kvøld.