Talið á fólki, sum er til arbeiðis í Føroyum, hækkar alsamt. Hagstovan sigur at nú í oktobur vóru 30.687 fólk til arbeiðis kring landið, og tað eru 550 fólk, ella 1,8 prosent, fleiri enn í fjør.
Í starvsfólkaskaranum í oktober vóru slakir 15.758 menn og gott 14.929 kvinnur. Samanborið við sama mánað í fjør er vøksturin hjá kvinnum 1,4 prosent ella 206 kvinnur. Hjá monnum er vøksturin 340 ella 2,2 prosent.