Sáttmálasamráðingarnar á kommunala arbeiðsmarknaðinum eru byrjaðar aftur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt sáttmála fram til 1. oktober 2026 við hesi fakfeløg: Starvsfelagið, Heilsurøktarafelagið, Havnar Arbeiðarafelag og danska Tannlæknafelagið.
Karmurin fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2025 til 31. september 2026 er 3,87%.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur avtalu við Føroya arbeiðarafelag, Starvsfelagið og Heilsurøktarafelagið um at byrja samráðingarnar fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2026. Innleiðandi samráðingarfundir eru ásettir við feløgini: Heilsurøktarafelagið tann 1. september 2026.
Føroya Arbeiðarafelag um dagrøktarar tann 2. september 2026.
Starvsfelagið tann 3. september 2026.
Fleiri aðrar samráðingar eru í gongd
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er eisini í samráðingum við m.a. Føroya Handverkarafelag & Landsfelag Handverkaranna, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur boðað nevndu feløgum frá, at vit eru klár at taka samráðingarnar upp aftur. Uppskot um fundartíðir eru send feløgunum.
Føroya Pedagogfelag
Sáttmálin við Føroya Pedagogfelag fór úr gildi 1. apríl 2026. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag hava havt innleiðandi samráðingar – og partarnir handa hvørjum øðrum krøv á fundi tann 7. september 2026.
Heilsuhjálparafelag Føroya
Samráðingarnar við Heilsuhjálparafelagið endaðu í seming nakað undan summarsteðginum. Semingsstovnurin royndi semju millum partarnar tann 12. juni 2026. Báðir partar vrakaðu semingsuppskotið.
Onki samband hevur verið millum partarnar síðani.
Arbeitt verður við nýggjum kommunalum arbeiðarasáttmála
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og arbeiðarafeløgini samráðast um nýggjan sáttmála fyri arbeiðarar á kommunala sáttmálaøkinum.
Fundur var millum partarnar beint undan summarsteðginum, har partarnir samdust um, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ger eitt útkast til ein nýggjan sáttmála fyri kommunalt settar arbeiðarar.
Sáttmálasamráðingarnar við arbeiðarafeløgini, harundir Havnar Arbeiðarafelag, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðamannafelag halda fram.