Ongi úrslit

Nú fáa menn sítt egna retreat: Lis og Durita bjóða til eina viku í Spania

Eftir fleiri áheitanir frá monnum skipa Lis Helgadóttir og Durita Holm nú fyri einum serligum retreati í Spania við yoga, hugleiðslu og hvíld.

Nú er túrurin komin til menninar! Lis Helgadóttir og Durita Holm skipa fyri einum serligum retreati í Spania, har yoga, hugleiðsla og hvíld skulu geva luttakarunum nýggja orku til gerandisdagin.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Nú fáa menn eisini høvi at leggja gerandisdagin aftur um seg og brúka eina heila viku til egna vælveru. Lis Helgadóttir og Durita Holm fara í 2027 at skipa fyri einum retreati í Spania, sum burturav er ætlað monnum.

Á skránni eru yoga, andingarvenjingar, hugleiðsla og hvíld. Endamálið er at geva luttakarunum ró í sinnið og nýggja orku í kroppin.

Menninir hava sjálvir biðið um tað

Hugskotið er sprottið úr fleiri áheitanum frá monnum, sum hava ynskt sær eitt slíkt tilboð.

– Aftur og aftur hava menn spurt okkum: „Hví gera tit ikki eitt retreat fyri okkum?“ Nú svara vit, skriva Lis og Durita í einari fráboðan.

Retreatið verður á einum staði við útsýni yvir havið, umleið ein tíma frá Málaga.

Dagarnir byrja við yoga og hugleiðslu. Um middagsleitið eru andingarvenjingar á skránni, meðan seinnapartarnir geva høvi til at svimja, ganga túrar og hvíla seg.

Um kvøldið verða aftur yoga, hugleiðsla og samrøður um ymisk evni.

Skulu læra at handfara strongd

Hvønn dag verður eitt ávíst evni viðgjørt, eitt nú friður, nærvera, umsorgan og dirvi.

Luttakararnir fáa eisini vistfrøðiligan vegetarmat, sum ein kokkur ger.

Sambært fyriskiparunum er ætlanin, at menninir skulu fáa amboð við sær heim, sum kunnu hjálpa teimum at handfara strongd og møta avbjóðingum við størri yvirliti og yvirskoti.

Ongar royndir við yoga ella hugleiðslu eru neyðugar.

Áhugaðir kunnu seta seg í samband við Lis Helgadóttir ella Duritu Holm á Messenger.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

Í gjár kl. 12:43

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Tað er eitt felag Gunnar ikki ætlar sær at umboða

15. november kl. 23:55