Nú verður søkt eftir stjóra til Sjónám í Klaksvík fyri leiðaran, sum annars fór úr starvi tíðliga í ár.
Síðani 2011 hevur leiðarin á Sjónámi annars víst til stjóran á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum formliga hevur verið stjóri fyri báðar skúlarnar.
Men tíðliga í ár fór leiðarin úr starvi og síðani hevur tað drigið út at søkja eftir seta nakran aftur og tað hevur loypt órógv á løgtingslimir norðan fyri tí teir hava stúrt fyri skúlanum.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, hevur sagt at tað skuldu ymsar bygnaðarbroytingar gerast fyri at styrkja samstarvið ímillum Sjónám í Klaksvík og Sjóvinnuskúlan í Havn.
Og nú hevur landsstýrismaðurin so gjørt av at lýsa starvið sum stjóri á Sjónámi í Klaksvík leyst. Ein stór uppgáva hjá nýggja stjóranum verður at vera við til at menna og styrkja samstarvið millum ímillum skúlan í Klaksvík og skúlan í Havn.
Sostatt verður støðan nú broytt, soleiðis at Sjónám fær sín egna stjóra við fullari leiðsluábyrgd. Nýggi stjórin fær ovastu ábyrgdina av øllum virkseminum á skúlanum og skal standa á odda fyri at menna og føra Sjónám inn í framtíðina.
Samstundis er ætlanin at skapa grundarlag fyri einum munandi tættari samstarvi millum Sjónám og Vinnuháskúlan, so útbúgvingar, skeið, læraraorka og útgerð verða gagnnýtt so skynsamt sum gjørligt - og óneyðugar dupultfunktiónir verða avmarkaðar, sum landsstýrismaðurin málber seg.
Ætlanin er, at nýggi stjórin, saman við hinum pørtunum á økinum, skal vera við til at leggja eina heildarætlan fyri framtíðarsamstarvið millum skúlarnar til rættis.