Ongi úrslit

Nú fer ungdómsráðið í Havn til verka

Her nýggja ungdómsráðið í Havn, frá vinstru eru tey Sjúrður Eysturoy, Maisól Hentze, Markus Køtlum, Gabriella Vang og Fríði Leitisskarð
Áki Bertholdsen
24. apríl kl. 11:15

Í gjár var nývalda ungdómsráðið í Havn á ráðhúsinum og hitti Elsu Berg, borgarstjóra, og onnur umboð fyri kommununa.

Tey fimm í ungdómsráðnum eru Maisól Hentze, Gabriella Vang, Markus Køtlum, Sjúrður Eysturoy og Fríði Leitisskarð.

Limirnir í nýggja ungdómsráðnum eru millum 17 og 23 ár, og tað eru tey ungu ímillum 16 og 25 ár, ið hava valt tey. Ungdómsráðið situr í tvey ár ísenn.

Nýggja ráðið fer at hava sín fyrsta fund í fyrru helvt mai mánaði, har ráðið eisini fer at skipa seg.

Undir vitjanini í gjár varð millum annað tosað um, at ráðið ætlar sær at arbeiða fyri betri trivnaði hjá ungum í kommununi og fyri at fáa fjølbroyttari ungdómstilboð og støð hjá ungum at vera, sigur býráðið í tíðindaskrivi.

Bústaðarmøguleikar til ung er eisini eitt mál, tey fara at seta á skrá.

Tórshavnar ungdómsráð, Tur, skal vera málgagnið hjá ungdóminum í Tórshavnar kommunu, og tey skulu samskiftia við kommunustýrið um mál, sum viðvíkja ungdóminum.

Harumframt skal ráðið koma við uppskotum og hugskotum um betran av korum og trivnaði teirra ungu og tryggja, at hugflog og eldhugi teirra ungu verða virðismett og gagnnýtt.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14