Ongi úrslit

Nú flyta fleiri føroyingar heim aftur at búgva

Áki Bertholdsen
11. mai kl. 11:42

Tann 1. apríl búðu 55.279 fólk í Føroyum. Hetta seinasta árið - síðani í apríl í fjør - er fólkatalið sostatt vaksið 575 fólk, ella 1,1 prosent.

Vøksturin var meir enn dupult so stórur sum árið frammanundan, frá apríl í 2024 til apríl í fjør, og nógv fleiri fólk eru flutt til Føroya enn tað eru flutt av landinum.

Annars hevur fólkavøksturin ikki verið nakað serligur í meiri enn tvey ár.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi upp á 214 fólk og einari nettoflyting upp á 361 fólk. Tilamans eru tað 361 fólk fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Hetta seinasta ári var burðaravlopið eini 70 fólk, og tað er serliga tí at fleiri børn vóru fødd.

Tað vórðu 58 fleiri børn vóru fødd hetta seinasta árið enn tað vórðu fødd árið frammanundan.

Hinvegin var nettoflytingin fleiri ferðir størri hetta seinasta árið enn hon var frá apríl í 2024 til í apríl í fjør - og tað er bæði tí at færri fluttu úr Føroyum, men eisini tí fleiri fluttu til Føroya.

Annars hevur nettoflytingin hevur verið javnt minkandi, men hesar seinastu tólv mánaðirnar vaks nettoflytingin lutfalsliga nógv.

Og tað sæst eisini, at tveir triðingar av vøkstrinum vóru danskar ríkisborgarar, ella føroyingar, sum eru fluttir heim aftur.

Tað er fyrstu ferð, síðani 2021 og 2022, at meginparturin av teimum, sum flyta til Føroyar, eru føroyingar, tí síðani tá hava tað verið útlendingar, serliga filipinarar, sum eru fluttir higar.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

Í gjár kl. 15:48

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32