Ongi úrslit

Nú hava 30.211 fólk eitt arbeiði at fara upp til um morgunin

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í august vóru 30.211 starvsfólk í Føroyum, og tað eru 858 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani.

Talan er sostatt um ein vøkstur upp á 2,9 prosent, sigur Hagstovan 

Sostatt veksur talið á starvsfólkum framvegis, men seinastu árini er vøksturin avhæsaður.

Í august vóru slakir 15.400 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 520, ella 3,5 prosent, fleiri menn og 340, ella 2,3 prosent, fleiri kvinnur enn sama mánað árið fyri.

Í nøkrum vinnugreinum er talið minkað, tá samanborið er við august í fjør. Í bólkinum sum eitur »Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveið« er talið minkað 70 starvsfólkum, hetta kemur serliga av einari minking í uppsjóvarveiðu og aling, sigur Hagstovan.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

13. sepember kl. 09:12