Ongi úrslit

Nú sleppa kommunur skjótt at selja bíligari grundstykki - men tær kunnu seta treytir við

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Nú fáa kommunurnar kring landið heimild til at lækka prísin á grundstykkjum.

Tað er endamálið við einum uppskoti, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ætlar at leggja fyri Løgtingið í næstum.

Annars er tað eitt lógarkrav, at kommunur skulu selja grundstykki fyri marknaðarprís, ella í minsta lagi fyri tað, sum tað kostar at útvega tey, tí hon kann ikki hava undirskot av tí.

Tað merkir, at í miðstaðarøkinum, har marknaðarprísurin er høgur, kosta grundstykkini meiri, men har marknaðarprísurin er lágur kunnu kommunurnar kortini ikki selja grundstykkini fyri undirprís - og so sleppa tær ikki av við tey.

Í ávísum førum kunnu kommunur kortini selja grundstykki fyri marknaðarprís, hóast hann er lægri enn kostprísurin, men tað er bara tá ið tað ikki loysir seg at bíða til marknaðarprísurin kanska hækkar.

Og hetta er ein skipan, sum ger tað tvørligt hjá fleiri kommunum at útvega grundstykki.

Tað kostar tað sama at útvega grundstykki í miðstaðarøkinum sum tað ger á bygd. Men kommunur kring landið, helst á smáplássum, sleppa ikki av við grundstykki, sum eru so dýr - og tá ið grundstykkini eru dýr úti á bygd, verða húsini eisini dýrari og so verður tað verri at fáa lán.

Kommunur hava kortini brúkt ymsar mátar at sleppa undan hesum. Onkrar hava sett ein prís, sum er lægri enn kostprísurin, sum tað kostaði at útvega tey og onkur kommuna hevur tikið vegagerðir, kloakkir, og annað burtur úr tá ið kostprísurin er ásettur, so at tann, sum keypir grundstykki rindar bara fyri sjálvt stykki og ikki fyri alt annað.

Eingin hevur kortini gjørt nakað við tað. Men nú fer landsstýrismaðurin at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum beinleiðis gevur kommunum heimild til at «bera útreiðslur til felags undirstøðukervi í sambandi við útstykkingar til bústaðarendamál«, sum tað eitur.

Tað merkir, at kommunur fáa heimild til at rinda fyri allar felagsútreiðslur í sambandi við eina útstykking, eitt nú vegir, gongubreytir, fríøki, kloakkir, vatn og streymleiðingar, ljós og annað, sum ikki eru partur av hvørjum einstøkum grundstykki.

Hesar útreiðslur verða so drignar frá tá ið sjálv grundstykkin verða seld.

Sostatt fer tað at bera til hjá kommum at fara undir útstykkingar, sum tær annars ikki høvdu kunna farið undir og tað fer at gera tað lættari hjá fólki at útvega sær grundøki og fígging til egnan bústað.

Men samstundis fáa kommunurnar eisini heimild at seta treytir við søluni, eitt nú við at áseta bústaðarskyldu á grundstykkjunum.

– Endamálið er at tryggja, at kommunala fíggingin av felags undirstøðukervinum stuðlar undir bústaðarpolitisku tiltøkini hjá kommununum og ikki verður grundarlag undir vinnuligari útleigu, spekulasjón ella víðarisølu við vinningi fyri eyga, sigur landsstýrismaðurin.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

Í gjár kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

Í gjár kl. 09:12

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

20 tímar síðan

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23