Ongi úrslit

Nú vera húsini hjá kirkjuni dagførd

Útyvir virksemið hjá serprestum, skulu hølini ætlandi at skapa eitt fakligt umhvørvi fyri allar prestarnar í Føroyum

folkakirkjan.fo
25. apríl kl. 23:28

Húsini hjá fólkakirkjuni, hinumegin Bispagarðin á J. Paturssonargøtu verða nú dagførd.

Á Biskupsgarði, har biskupur býr og umsitingin hjá fólkakirkjuni húsast, hevur í longri tíð verið tørvur á fleiri skrivstovum, bæði til serprestarnar, sum ikki eru knýttir at eini kirkju, til próstin, umframt til fundarvirksemi hjá eitt nú Próstadømisráðnum.

Biskupsstova, ið vanliga verður nýtt til fundarvirksemi, hoyrdi upprunaliga til privata bústaðin hjá biskupi við húski, eins og skrivstovan hjá dómprósti, eisini upprunaliga var partur av privata bústaðinum. 

Upprunaliga var ætlanin at byggja Biskupsgarð út oman móti høvuðsvegnum. Gingið varð frá ætlanini, tí mett var, at tað ikki var rætt at leggja hetta vakra grøna økið mitt í býnum undir betong og asfalt. At bygt vestureftir vildi somuleiðis órógva tað hugnaliga fríøkið í umhvørvinum.

Tí vóru húsini hinumegin vegin keypt fyri tíð síðani, sum nú vera dagførd. 

Útyvir virksemið hjá serprestum, skulu hølini ætlandi at skapa eitt fakligt umhvørvi fyri allar prestarnar í Føroyum. 

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17