Soleiðis ljóðaði ein av boðskapunum frá nýggja stjóranum í Norðurlandahúsinum, tá hann helt røðu í sambandi við, at hann nú er farin undir nýggja kapitlið sum stjóri í føroyska mentanarhúsinum.
Í røðuni legði hann dent á, at hann er komin til Føroya við stórari virðing fyri tí arbeiði, sum longu er gjørt, men samstundis við einum ynski um at geva rúm fyri nýggjum hugskotum.
– Sum nýggjur stjóri kenni eg eina ábyrgd fyri at taka væl av tí, sum ger húsið serligt, og saman við starvsfólkunum at geva pláss fyri nýggjum hugskotum, segði hann.
Vil lurta eftir føroyingum
Nýggi stjórin greiddi frá, at hann hevur búð og arbeitt á fleiri ymiskum støðum, og at forvitni altíð hevur fylgt honum – bæði forvitni um mentanarlív, menniskju og støðini, har hann hevur búð.
Nú er hann farin undir at læra Tórshavn og Føroyar at kenna innanífrá.
Ein týðandi partur av fyrstu tíðini verður tí at lurta eftir teimum, sum brúka og skapa lív í Norðurlandahúsinum.
– Eg vil brúka tíð upp á at lurta eftir áskoðarum, listafólkum og samstarvsfeløgum okkara. Hvat hava tit tørv á? Hvat droyma tit um? Og hvat kunnu vit skapa saman?
Hann takkaði eisini starvsfólkunum í Norðurlandahúsinum fyri góðu móttøkuna og segði seg longu hava møtt stórum royndum, eldhuga og umsorgan fyri húsinum.
Meira enn 40 ár við mentan
Norðurlandahúsið hevur í meira enn 40 ár havt ein týðandi leiklut í føroyskum mentanarlívi, og nýggi stjórin lýsti húsið sum eina føroyska mentanarliga dagligstovu.
Ein dagligstova, har fólk skulu kenna seg vælkomin, men eisini eitt stað, har tey kunnu verða tikin á bóli.
Hann vísti á, at nógv fólk hava eitt serligt samband við Norðurlandahúsið. Hjá summum er tað ein konsert, tey ongantíð gloyma, meðan onnur minnast eina uppliving úr barnaárunum, eina framsýning ella eina samrøðu, sum setti tankar í gongd.
– Slíkar upplivingar eru ein týðandi partur av týdninginum hjá einum mentanarhúsi. Tær liva víðari í menniskjum, leingi eftir at ljósið á pallinum er sløkt.
Vónin er, at enn fleiri fáa slík minni í Norðurlandahúsinum í framtíðini. Tað kunnu vera børn og ung, sum fáa eyguni upp fyri møguleikunum í listini, fólk, sum koma at uppliva síni yndislistafólk, ella tey, sum tora at royna okkurt heilt ókent.
Føroyar hava nógv at geva
Samstarv verður eisini ein týðandi partur av arbeiðinum hjá nýggja stjóranum.
Hann sær Norðurlandahúsið sum ein part av einum livandi føroyskum mentanarlívi, har samstarv millum ymiskar aktørar kann gera tað møguligt at fremja fleiri hugskot.
Samstundis hevur Norðurlandahúsið eina serliga norðurlendska uppgávu.
– Vit skulu skapa sambond millum Føroyar og restina av Norðurlondum. Bjóða listafólkum og nýggjum sjónarhornum higar og hjálpa føroyskum listafólkum og frásagnum víðari út.
Hann legði dent á, at talan ikki bara er um, hvat Føroyar kunnu fáa úr norðurlendska samstarvinum.
Føroyar hava eisini nógv at geva.
Við føroyska málinum, listini og teimum serligu føroysku royndunum kunnu Føroyar vera við til at tryggja, at fleiri røddir verða hoyrdar í Norðurlondum.
Listin kann savna okkum
Í røðuni nam nýggi stjórin eisini við tann týdning, sum mentan og list kunnu hava í einari ófriðarligari tíð.
– Vit hava tørv á støðum, har vit møtast, lurta og læra hvønn annan at kenna. Listin kann lata upp fyri samrøðum, sum annars kunnu vera torførar at byrja.
Tí hevur eitt stað sum Norðurlandahúsið sambært honum ein týdning, sum røkkur nógv longri enn einstaka konsertin, framsýningin ella tiltakið.
Málið er, at húsið framhaldandi skal vera eitt stað, har nýggj talent fáa møguleikan, har ymisk menniskju møtast, og har fólk fáa upplivingar, sum tey taka við sær heim.
– Eg eri komin higar við stórari virðing fyri tí, sum er skapt, og við stórum hugi til tað, sum liggur framman fyri okkum.
Og endin á røðuni var eisini ein greið áheitan um, hvør kósin skal vera:
– Vit skulu lata dyrnar upp fyri heiminum og vísa heiminum, hvat Føroyar hava at geva. Latið okkum saman geva Norðurlandahúsinum ein nýggjan kapittul, sum kann hoyrast, síggjast og merkjast.
Rødan hjá Peter Tulinius Krarup :
Hey øll somul !
Først vil jeg gerne sige tak for den varme modtagelse.Tak til Bárður og Mortan for jeres ord, og tak til alle jer, der er kommet i dag. Det betyder meget at få lov til at begynde et nyt kapitel på den måde.
Jeg har har boet og arbejdet flere forskellige steder. Noget af det, der har fulgt mig, er nysgerrigheden. Nysgerrighed på kulturlivet, selvfølgelig, men også på mennesker og på de steder, hvor jeg har slået mig ned. Jeg vil gerne lære et sted at kende indefra. Få en hverdag der og blive en del af det.
Og det er jeg nu begyndt på her i Tórshavn.
En særlig tak skal lyde til medarbejderne her i huset. I har taget så godt imod mig. Jeg møder stor erfaring, engagement og omsorg for huset, og jeg glæder mig til alt det, vi skal lave sammen.
Jeg er også ved at forstå, hvor mange mennesker der har et nært forhold til Nordens Hus. Hvor mange minder, oplevelser og forventninger der er knyttet til det.
Gennem mere end 40 år har huset været med til at forme kulturlivet på Færøerne. Når jeg kalder det Færøernes kulturelle storstue, tænker jeg på et sted, hvor man føler sig velkommen, og hvor man samtidig kan blive overrasket.
For nogle er huset måske forbundet med en koncert, de aldrig glemmer. For andre med en oplevelse fra barndommen, en udstilling eller en samtale, der satte noget i gang. Den slags oplevelser er en vigtig del af et kulturhus’ betydning. De lever videre i mennesker, længe efter at lyset på scenen er slukket.
Jeg håber, at mange flere vil få den slags minder her. Børn og unge, som opdager kunstens muligheder. Mennesker, som kommer for at opleve deres yndlingskunstner. Og mennesker, som vover sig ind til noget helt ukendt og går hjem med lyst til mere.
Som ny direktør føler jeg et ansvar for at passe godt på det, der gør huset særligt, og for sammen med medarbejderne at give plads til nye idéer. Jeg vil bruge tid på at lytte: til publikum, til kunstnerne og til vores samarbejdspartnere. Hvad har I brug for? Hvad drømmer I om? Og hvad kan vi skabe sammen?
Nordens Hus er en del af et levende færøsk kulturliv. Jeg tror meget på det, vi kan få til at ske gennem samarbejde. Når vi deler viden, kontakter og kræfter, får flere idéer mulighed for at blive til virkelighed.
Og så har huset en særlig nordisk opgave. Vi skal skabe forbindelser mellem Færøerne og resten af Norden. Invitere kunstnere og nye perspektiver hertil og hjælpe færøske kunstnere og fortællinger videre ud.
Det er et samarbejde, hvor Færøerne har meget at give. Med sit sprog, sin kunst og sine erfaringer bidrager Færøerne til, at Norden rummer flere stemmer.
I en urolig tid har vi brug for steder, hvor vi mødes, lytter og lærer hinanden at kende. Kunsten kan åbne samtaler, som ellers kan være svære at begynde. Det giver et hus som dette en betydning, der rækker langt ud over det enkelte arrangement.
Jeg er kommet hertil med stor respekt for det, der er skabt, og med stor lyst til det, der ligger foran os.
Mit håb er, at Nordens Hus bliver ved med at være et sted, hvor vi tør noget sammen. Hvor nye talenter får en chance. Hvor forskellige mennesker mødes. Og hvor vi oplever noget, der bliver hos os, længe efter at vi er gået hjem.
Vi skal åbne dørene for verden, og vise verden, hvad Færøerne har at give.
Det arbejde glæder jeg mig til at stå i spidsen for, sammen med medarbejderne og sammen med jer.
Tak for tilliden. Tak for den varme modtagelse.
Lad os sammen give Nordens Hus et nyt kapitel, der kan høres, ses og mærkes!