Nýggj donsk kanning er greið: fyri fyrstu ferð hava vit koppingarevni móti krabbameini

Ein donsk kanning vísir, at HPV-koppingarevnið er somikið úrslitagott, at vit í framtíðini kunnu beina fyri lívmóðurhálskrabba

Helena Kannuberg
26. apríl 2021 kl. 07:50

Sum partur av teimum fyrstu í øllum heiminum kunnu danskir granskarar nú vísa á, at vandin fyri at fáa lívmóðurhálskrabba er munnandi minni hjá kvinnum, sum hava fingið HPV-koppingarevnið, áðrenn tær gjørdust 20 ára gamlar. Hetta skrivar Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn á heimsíðu síni.

-Hetta er stórt, sigur Susanne Krüger Kjær, sum er yvirlækni í deildini fyri konufólkasjúkur á Ríkissjúkrahúsinum, professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn og granskingarleiðari hjá Kræftens Bekæmpelses Center for Kræftforskning.

-Í nýggju kanningini síggja vit, at koppsettar kvinnur eru í minni vanda fyri at fáa lívmóðurhálskrabba samanborið við kvinnur, sum ikki eru koppsettar. Hetta eru góð úrslit, og vit trúgva uppá, at eitt samspæl millum HPV-koppsetingina og snarkanningarnar fyri lívmóðurhálskrabba kann føra við sær, at vit í stóran mun kunnu beina fyri lívmóðurhálskrabba í Danmark, sigur Susanne Krüger Kjær.

Næstan 900.000 danskar kvinnur í aldrinum 17-30 ár vóru við í kanningini, sum vardi frá 2006-2019. Av hesum kvinnum høvdu næstan 40% fingið HPV-koppingarevnið, áðrenn tær gjørdust 17 ára gamlar.

Úrslitini vísa, at tær kvinnur, sum fingu HPV-koppsetingina, áðrenn tær gjørdust 17 ár, høvdu 86% lægri váða fyri at fáa lívmóðurhálskrabba í mun til tær kvinnur, ið ikki høvdu fingið HPV-koppingarevnið. Tær kvinnur, sum fingu HPV-koppingarevnið sum 17-19 ára gamlar, høvdu 68% lægri váða at fáa lívmóðurhálskrabba.

Susanne Krüger Kjær greiðir soleiðis frá um úrslitini:

-Úrslitini strika undir, at gentur helst skulu verða koppsettar í ungum aldri, umframt hvussu týdningarmikið tað er fyri gentur, at tikið verður ímóti HPV-koppsetingartilboðnum.

Úrslitini eru kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Journal of the National Cancer Institute. 

Kelda: https://www.rigshospitalet.dk/presse-og-nyt/nyheder/nyheder/Sider/2021/april/ny-forskning-markant-mindre-livmoderhalskrafft-blandt-hpv-vaccinerede-unge-kvinder.aspx