Ongi úrslit

Nýggj ferjuleið til Íslands: Hetland kann aftur fáa sjóvegis samband

Ætlanir um nýggja ferjuleið millum Skotland og Ísland hava vakt áhuga í Hetlandi, har havnarmyndugleikarnir vilja kanna møguleikarnar fyri at fáa ferjusamband aftur.

© Wikipedia.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Ein nýggj ferjuleið fyri ferðafólk og farm millum Aberdeen í Skotlandi og Seyðisfjörð í Íslandi er til umrøðu. Møguleiki er eisini fyri, at ferjan fer at steðga í Hetlandi.

Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV við Shetland Times sum keldu.

Havnarmyndugleikarnir í Lerwick eru sinnaðir at kanna møguleikarnar, men leggja dent á, at nógv arbeiði er eftir, áðrenn ætlanin kann gerast veruleiki.

Umboð fyri havnina í Aberdeen hava longu havt samráðingar við myndugleikarnar í Múlaþing í Íslandi. Ein ónevndur ferjureiðari hevur eisini víst áhuga.

Avgerandi verður, um nóg mikið av farmi verður at flyta. Ferðafólkatalið einsamalt verður ikki mett at vera nóg stórt til at gera eina regluliga ferjuleið fíggjarliga burðardygga.

Norrøna knýtti áður Føroyar, Ísland og Danmark at Bretlandi við steðgi í Lerwick.

Í november 2007 tók Smyril Line tó Hetland av ferðaætlanini.

Nú verður møguleikin fyri einum nýggjum ferjusambandi aftur kannaður.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

Í gjár kl. 04:11

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40