Ríkisfelagsskapurin stendur í einari nýggjari geopolitiskari støðu. Grønland er eftir stuttari tíð vorðið ein miðdepil í altjóða trygdarpolitiska kjakinum, samstundis sum bæði Føroyar og Grønland gerast alsamt virknari í sínum egnu altjóða viðurskiftum.
Føroyar í nýggja geopolitikkinum
Hetta er høvuðsevnið á fundi, sum Det Udenrigspolitiske Selskab og Nordatlantens Brygge skipa fyri í Keypmannahavn í dag. Tosað verður um framtíð ríkisfelagsskapsins, støðu Føroya og Grønlands og vaksandi strategiska týdningin hjá Arktis.
Heini í Skorini, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, verður við í pallborðinum saman við ráðgevanum Nauja Bianco og Ulrik Pram Gad, seniorgranskara á Dansk Institut for Internationale Studier.
Fundurin verður stroymdur
Jens Heinrich, leiðari á grønlendsku umboðsstovuni í Danmark, verður orðstýrari. Fundurin verður á Nordatlantens Brygge frá klokkan 16.30 til 18.00 og verður eisini stroymdur.