Rógvi Olavson vardi fríggjadagin 13. november ph.d.-ritgerð sína um, hvussu føroyskir myndugleikar handfóru koronukreppuna. Granskingin vísir, at smáu viðurskiftini í Føroyum vóru ein týðandi styrki, men eisini høvdu ávísar veikleikar við sær.
Føroyar høvdu onga tilbúgvingarætlan fyri eina slíka farsótt. Kortini eydnaðist at stýra kreppuni við tilmælum heldur enn formligum afturlatingum.
Persónlig sambond gjørdu munin
Sambært ritgerðini var tætta sambandið millum myndugleikarnar avgerandi fyri, at teir kundu bera skjótt at.
Samstarvið millum Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Sjúkrahúsverkið varð skipað eftir fáum døgum. Lyklapersónarnir kendu hvønn annan og kundu samskifta beinleiðis.
Í desember 2020 vóru føroyingar í miðal kannaðir 3,7 ferðir. Hetta var tá størsti kanningartíttleiki í heiminum.
Men granskingin vísir eisini, at persónlig sambond kunnu gera eina skipan viðkvæma, tí ov nógv kann gerast bundið at einstøkum persónum.
Granskingin fekk stórt rós
Metingarnevndin rósti Rógva Olavson fyri eina dygga ritgerð og eina góða framløgu.
Nevndin metti, at granskingin gevur týðandi nýggja vitan um, hvussu smá samfeløg kunnu handfara álvarsligar kreppur.
Ein samd nevnd mælti til, at Rógvi Olavson fekk ph.d.-heitið.
Ritgerðin ber heitið Governance in Proximity. Administrative Intimacy and Crisis Management in the Faroe Islands.
Granskingin er framd á Fróðskaparsetri Føroya og er partur av størri granskingarverkætlanini POLYGOV.