Ongi úrslit

Nýggj kanning avdúkar: Keypmannahavn er millum bestu býir at búgva í

Ein nýggj evropeisk greining vísir, at tað kostar meira enn miðallønina at búgva og liva rímiliga væl í Lissabon. Samstundis eru Keypmannahavn og Brússel millum teir høvuðsstaðir, har borgararnir fáa mest burtur úr lønini.

© VisitDenmark.
Sólsetur yvir miðbýin í Keypmannahavn.
Edmund Jacobsen
4. juni kl. 21:30

Tað er vorðið munandi truplari hjá vanligum borgarum at fáa endarnar at røkka saman í fleiri evropeiskum høvuðsstøðum.

Ein nýggj greining frá Tradingpedia avdúkar, at Lissabon í 2026 er minst fíggjarliga atkomuligi høvuðsstaðurin í Evropa fyri støk fólk. Har eru mánaðarligu liviútreiðslurnar mettar til umleið 12.150 krónur, meðan miðallønin eftir skatt er umleið 10.000 krónur. 

Tað merkir, at ein vanligur borgari í miðal manglar pening til at fíggja eitt rímiliga gott lív.

Á øðrum plássi kemur Tirana í Albania, meðan Athen, Warszawa og Róm eisini eru millum teir minst atkomuligu høvuðsstaðirnar.

Keypmannahavn millum teir bestu

Í hinum endanum av listanum liggur Brússel sum mest atkomuligi høvuðsstaðurin í Evropa. Har fara umleið 49 prosent av miðallønini til vanligar liviútreiðslur.

Keypmannahavn er nummar tvey. Ein stakur borgari hevur í miðal liviútreiðslur á umleið 15.800 krónur um mánaðin, men miðallønin eftir skatt er góðar 31.300 krónur. Eftir standa tí meira enn 15.500 krónur til uppsparing ella aðra nýtslu.

Bern í Sveis, Luksemborg og Stokkhólmur eru eisini millum mest atkomuligu høvuðsstaðirnar sambært greiningini.

London er nógv tann dýrasti

Tá ið hugt verður eftir sjálvum prísstøðinum, er London nógv tann dýrasti høvuðsstaðurin í Evropa. Har eru vanligu mánaðarligu útreiðslurnar hjá einum støkum borgara mettar til slakar 27.000 krónur.

Bern, Reykjavík, Amsterdam og Dublin fylgja á næstu plássunum.

Greiningin umfatar 37 evropeisk lond og byggir á tøl um bústað, mat, flutning, persónliga røkt og frítíðarnýtslu, samanborið við miðallønir í høvuðsstøðunum.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

18 tímar síðan