Ein nýggj kanning hjá Parentium.fo bendir á, at trygdin á føroyskum heimasíðum er munandi batnað.
Tilsamans hevur Parentium.fo kannað 13.670 vertsnøvn og undirøki fyri møguligar trygdarveikleikar í PHP.
Í kanningini 24. oktober vórðu 70 vertsnøvn skrásett við PHP-útgávum undir rættingarmarkinum. Tveir dagar seinni var talið minkað niður í 24.
Tað er ein minking upp á 65,7 prosent.
Fyritøkur kunnu hava tikið stig
Kristian Eli Zachariasen, sum hevur kunngjørt úrslitini á LinkedIn, skrivar:
– Hetta kann benda á, at føroyskar fyritøkur og hýsingarveitarar hava tikið trygdarveikleikarnar í álvara og eru farnir undir at dagføra sínar skipanir.
Hóast jaligu gongdina er ikki vist, at allar heimasíðurnar eru dagførdar.
Summar upplýsa møguliga ikki longur, hvørja PHP-útgávu tær brúka. Tí prógvar minkingin ikki, at allir veikleikar eru rættaðir.
Parentium.fo undirstrikar, at kanningin er vegleiðandi og verður støðugt ment og betrað.