Klaksvíkar Sjúkrahús tekur eitt nýtt stig í føroyska heilsuverkinum. Á Rannsóknarstovuni er ment ein nýggj kliniskt genetisk sergrein, sum skal arbeiða við ílegukanningum av nýføðingum í Føroyum.
Kanningar skulu gerast í Føroyum
Nýggja kanningarstovan er ment í tøttum samstarvi við Heilsustýrið og fakfólk á Ríkissjúkrahúsinum og Landssjúkrahúsinum. Endamálið er at gera genetiskar kanningar í Føroyum og samstundis byggja upp vitan og førleikar á økinum.
Sjúkrahúsverkið lýsir hetta sum eitt slóðbrótandi stig, tí eitt nýtt fakøki nú verður ment í føroyska heilsuverkinum.
Fyrsti kliniski akademikarin settur
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur eisini sett Annettu Eidesgaard í verkætlanarstarv sum fyrsta kliniska akademikara í Sjúkrahúsverkinum. Hon hevur fleiri ára royndir frá Ríkissjúkrahúsinum og skal vera við til at menna nýggja kliniskt genetiska virksemið.