Ongi úrslit

Nýggj koblingsstøð í Skálafirði: Gamla støðin skal víkja fyri battaríhøll

Nýggja koblingsstøðin í Skálafirði er reist. Tá útgerðin er flutt inn, verður gamla støðin rivin, og ein nýggj battaríhøll verður bygd.

© Sev.
Sev hevði mikudagin reisigildi í Skálafirði
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Sev hevði mikudagin reisigildi í Skálafirði, nú nýggja koblingsstøðin er reist við síðuna av gomlu støðini. Veitarar, arbeiðstakarar og starvsfólk vóru við til hátíðarløtuna.

– Onkrar seinkingar hava verið, men arbeiðið hevur annars gingið skjótt og væl. Hetta er ein liður í áhaldandi arbeiðnum at tryggja eitt álítandi og tíðarhóskandi elnet, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri Netið hjá Sev.

Gamla støðin verður rivin

Næsta stigið er at flyta há- og lágspenningsútgerðina úr gomlu støðini og inn í ta nýggju. Síðani verður gamla støðin rivin, og ein battaríhøll verður bygd á staðnum.

Fleiri føroyskir veitarar eru við í verkætlanini, teirra millum J&K Petersen, Tangavirkið og Elfo.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

4 tímar síðan

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11