Føroyskir fíggjarstovnar skulu nú fylgja nýggjum og víðkaðum reglum um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin. Reglurnar fevna millum annað um talgildar pengar og seta nágreinilig krøv um, hvørjar upplýsingar skulu latast TAKS.
Nýggja kunngerðin varð kunngjørd 17. november og kom í gildi dagin eftir. Hon er galdandi fyri fráboðanir, sum viðvíkja 2026 og komandi árum.
Talgildir pengar verða eisini fevndir
Ein týðandi broyting í nýggju kunngerðini er, at reglurnar eisini fevna um ávísar kontur við elektroniskum pengum og talgildum miðbankagjaldoyrum.
Hetta merkir, at fíggjarstovnar, sum varðveita slíkar ognir fyri viðskiftafólk, kunnu verða fevndir av skylduni at eyðmerkja og fráboða kontur.
Kunngerðin fevnir eisini um ávísar íløgur í kryptoognum. Hon byggir á altjóða standardin hjá OECD um sjálvvirkandi upplýsingaskifti í skattaviðurskiftum.
TAKS skal hava nágreiniligar upplýsingar
Fyri hvørja kontu, sum er fevnd av fráboðanarskylduni, skulu fíggjarstovnar lata TAKS upplýsingar um millum annað navn, bústað, skattligt heimstað, skattaskrásetingarnummar og kontunummar.
Harumframt skulu teir upplýsa salduna ella virðið á kontuni við ársenda. Alt eftir kontuslagi skulu teir eisini lata upplýsingar um rentur, vinningsbýti og aðrar fíggjarligar inntøkur.
Eru kontur knýttar at feløgum, kann eisini verða kravt at upplýsa, hvørjir persónar hava ræði á feløgunum.
Freistin er 1. mai
Fíggjarstovnar skulu lata upplýsingarnar í seinasta lagi 1. mai árið eftir tað álmanakkaár, sum fráboðanin viðvíkir.
Fyrsta fráboðanin eftir nýggju kunngerðini skal sostatt latast í 2027. Av tí at 1. mai 2027 er leygardagur, verður freistin flutt til mánadagin 3. mai.
Fíggjarstovnar, sum verða fevndir av fráboðanarskylduni, skulu sum meginregla eisini skráseta seg hjá TAKS innan átta dagar.
Brot á reglurnar kunnu geva sekt
Kunngerðin ásetir eisini revsing fyri brot á reglurnar.
Fíggjarstovnar kunnu fáa sekt, um teir tilætlað ella av grovum ósketni lata vera við at fráboða ella lata skeivar, villleiðandi ella ófullfíggjaðar upplýsingar.
Somuleiðis kann sekt verða givin fyri skeivar upplýsingar í eini eginváttan.
Nýggja kunngerðin kemur í staðin fyri reglurnar frá 2016. Endamálið við skipanini er at tryggja upplýsingaskifti um fíggjarkontur í skattaviðurskiftum millum lond.
Ávísar kontur eru tó undantiknar fráboðanarskylduni. Hetta er millum annað galdandi fyri eftirlønarkontur, sum lúka ásettu treytirnar, og ávísar smærri kontur við elektroniskum pengum.