Andrea Joensen vardi 27. august ph.d.-ritgerð sína um etingarólag á Keypmannahavnar Universiteti. Ritgerðin, Early origin of eating disorders, vísir, at sosialar fortreytir kunnu hava stóran týdning fyri, hvør fær etingarólag staðfest og harvið fær hjálp og viðgerð.
Nógv ung verða ikki loftað
Gransking vísir, at nógv fleiri ung hava álvarslig sjúkueyðkenni, enn talið á teimum, sum hava fingið etingarólag staðfest, bendir á. Hetta merkir, at ein partur av teimum ungu møguliga ikki fær røttu hjálpina.
Samstundis vísir granskingin ein greiðan sosialan ójavna. Tey, sum fáa etingarólag staðfest og harvið hjálp, eru oftari úr familjum við betri sosialum fortreytum. Ung við álvarsligum sjúkueyðkennum, sum ikki hava fingið etingarólag staðfest, eru hinvegin oftari úr familjum við verri sosialum fortreytum.
Úrslitini kunnu geva betri vitan um, hvør fær etingarólag, hvør fær hjálp, og hvør ikki verður loftaður av verandi heilsuskipan. Vitanin kann eisini verða við til at menna betri fyribyrging og minka um sosiala ójavnan í atgongdini til hjálp og viðgerð.
Byggir á umfangsmiklar danskar dátur
Í ph.d.-verkætlanini hevur Andrea Joensen samskipað upplýsingar úr landsumfatandi donskum skráum við spurnakanningardátur úr Danish National Birth Cohort. Granskingin fevnir bæði um staðfest etingarólag og sjálvfráboðað sjúkueyðkenni og kannar eisini sálarheilsu og váðaorsøkir tíðliga í lívinum.
Andrea Joensen heldur fram í einum postdoc-starvi á Keypmannahavnar Universiteti.