Ongi úrslit

Nýggj próvtøkuskipan á veg: Vitlíki broytir føroyska skúlan

Nýggj vitlíkisstrategi fyri undirvísingargeiran leggur upp til stórar broytingar í føroysku próvtøkunum, tí vitlíki hevur broytt fortreytirnar fyri, hvussu næmingar prógva sínar førleikar.

© Undirvísingarstýrið.
Føroysku próvtøkurnar skulu broytast, tí vitlíki ger tað truplari at meta um, hvat næmingurin sjálvur dugir, og hvat tøknin hevur gjørt.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Føroysku próvtøkurnar skulu broytast, tí vitlíki ger tað truplari at meta um, hvat næmingurin sjálvur dugir, og hvat tøknin hevur gjørt.

Tað stendur í nýggju vitlíkisstrategiini fyri undirvísingargeiran. Har verður arbeiðið við próvtøkum nevnt sum átrokandi, og ætlanin er at seta fyrstu broytingarnar í verk fram móti 2027.

Munnlig verja skal fáa størri leiklut

Próvtøkurnar skulu í størri mun vísa, hvussu næmingurin arbeiðir, hugsar og grundgevur – og ikki bara, hvat endaliga svarið er.

Strategiin leggur tí upp til royndir við munnligari verju, skjalfesting av arbeiðsgongdum og øðrum eftirmetingarhættum í fólkaskúlanum, á miðnámi og á viðkomandi hægri útbúgvingum.

Fram móti 2029 skal størri rúm vera fyri munnligari verju, portfolio, ávegiseftirmeting og veruleikanærum uppgávum. Næmingar skulu eisini í størri mun kunna vísa faklig val, grundgevingar og reflektiónir gjøgnum arbeiðsgongdina.

Próvtøkur við og uttan vitlíki

Eitt høvuðsmál er at gera tað greiðari, hvat næmingar skulu kunna við vitlíki – og hvat teir skulu kunna uttan vitlíki.

Strategiin staðfestir, at próvtøkurnar framvegis skulu vera rættvísar, álítandi og gjøgnumskygdar, og at føroysk prógv framhaldandi skulu geva atgongd til framhaldsútbúgvingar uttanlands.

Endaliga fakliga metingin skal framvegis liggja hjá fakfólki.

– Menniskjað skal ráða yvir tøknini, ikki øvugt, stendur í strategiini.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

4 tímar síðan

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11