Ongi úrslit

Nýggj radioskipan í Viðareiðistunlinum: Tilbúgvingin kann nú bróta inn á allar kanalir

Eftir fleiri ár uttan radiosamband er nýggj skipan nú tendrað í Viðareiðistunlinum. Hon kostaði umleið 1,4 milliónir krónur og styrkir tilbúgvingina.

© Landsverk.
Viðareiðistunnilin hevur nú fingið radioskipan, sum ger tað møguligt hjá tilbúgvingini at bróta inn á allar radiokanalir og senda beinleiðis boð til bilførarar inni í tunlinum.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Viðareiðistunnilin hevur nú fingið radioskipan, sum ger tað møguligt hjá tilbúgvingini at bróta inn á allar radiokanalir og senda beinleiðis boð til bilførarar inni í tunlinum. Skipanin varð tendrað 24. september, meðan ársins fyrsta stóra heystaródn leikaði á. 

Nýggja útgerðin kostaði umleið 1,4 milliónir krónur, og El-Service stóð fyri arbeiðinum. Sambært Landsverki gekk uppsetingin skjótt og væl. 

Tilbúgvingin fær beinleiðis samband

Ein tann týdningarmesta funkan í skipanini er sokallaða break-in-skipanin. Hon ger, at tilbúgvingin kann seta vanligu radiokanalirnar úr gildi og senda neyðug boð beinleiðis til fólk, sum koyra gjøgnum tunnilin.

Hetta kann fáa stóran týdning, um eldur, ferðsluóhapp ella onnur álvarsom støða tekur seg upp. Radioskipanin kann hava fleiri kanalir, og nú ber eisini til at hoyra tað sama inni í tunlinum sum uttanfyri. 

Kom fleiri ár eftir tunnilin

Radioskipanin var ikki partur av upprunaligu tunnilsverkætlanini, og tí er hon komin fleiri ár eftir, at tunnilin varð tikin í nýtslu.

Landsverk upplýsir, at fleiri føroyskir tunlar framvegis eru uttan radioskipan. Tørvurin verður mettur so hvørt. Men bæði tilbúgvingin og fólk á staðnum hava saknað radiosamband í Viðareiðistunlinum, og tí varð skipanin nú sett upp. 

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

Í gjár kl. 11:51

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07