Borðtennissamband Føroya hevur gjørt eina tvey ára stuðulsavtalu við MTV Byggivirkið. Avtalan ber í sær, at fyritøkan verður høvuðsstuðul hjá sambandinum.
Samstundis fáa heimligu Grand Prix-kappingarnar nýtt navn. Næstu tvey kappingarárini fara tær at eita MTV Grand Prix.
Verður sjónligt á landsliðsklæðunum
MTV Byggivirkið verður eisini ein sjónligur viðleikari í føroyskum borðtennis. Merkið hjá fyritøkuni fer millum annað at prýða nýggju landsliðsklæðini, sum koma í næstum.
Borðtennissamband Føroya fegnast um stuðulsavtaluna og sigur seg gleða seg til samstarvið næstu tvey árini.