Fleiri fólk eru rakt av arbeiðsloysi í Føroyum, hóast arbeiðsloysið sum heild hevur verið støðugt seinasta árið.
Nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya vísa, at 330 fólk vóru arbeiðsleys í styttri ella longri tíð í september. Tað eru 20 fleiri enn sama mánað í fjør.
Umroknað til fulltíðararbeiðsleys vóru 272 fólk arbeiðsleys. Tað eru sjey fleiri enn í september í fjør.
Samlaða arbeiðsloysið er tó óbroytt, 0,9 prosent.
Arbeiðsloysið hækkar hjá monnum
Gongdin er ymisk hjá kvinnum og monnum.
Hjá monnum er arbeiðsloysið hækkað 0,1 prosentstig til 1,1 prosent. Í september vóru 218 menn raktir av arbeiðsloysi.
Hjá kvinnum er gongdin tann øvugta. Arbeiðsloysið er lækkað 0,1 prosentstig til 0,6 prosent. Tilsamans vóru 112 kvinnur raktar av arbeiðsloysi.
Størst arbeiðsloysi í Suðuroy
Tað er eisini munur á arbeiðsloysinum kring landið.
Í Suðuroy var arbeiðsloysið 1,4 prosent. Suðuroy er sostatt einasta økið í landinum, har arbeiðsloysið var oman fyri eitt prosent.
Minst var arbeiðsloysið í Norðoyggjum, Eysturoy og Vágum, har tað var 0,7 prosent.
Býtt eftir aldri er arbeiðsloysið størst hjá teimum 35–44 ára gomlu við 1,3 prosentum. Hjá teimum 25–34 ára gomlu er tað 1,1 prosent.
Tey yngstu, 16–24 ár, hava lægsta arbeiðsloysið við 0,6 prosentum.
Hagstovan upplýsir eisini, at 35 fólk høvdu verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Tað svarar til góð 11 prosent av teimum arbeiðsleysu.