Suðurstreymoyar Útróðrarfelag (SÚF) hevur sent landsstýrismanninum í fiskivinnumálum sítt hoyringarsvar til uppskotið um nýggja kunngerð fyri bólk 5A og 5B.
Felagið fegnast um, at landsstýrismaðurin leitar eftir loysnum, sum eru útróðrarvinnuni til frama. Men millum útróðrarmenn, serliga í bólki 5B, er stór stúran fyri avleiðingunum av fleiri av teimum ætlaðu broytingunum.
Royndirnar seinastu árini vísa, at tað serliga er í bólki 5B, at fiskidagar hava manglað. Vandin við uppskotinum er, at hesin trupulleiki gerst enn størri.
SÚF hevur tí mælt landsstýrismanninum til fylgjandi broytingar:
1. Avreiðingarmarkið eigur í mesta lagi at vera 300.000 kr.
Eitt mark á 500.000 kr. er ov høgt, serliga fyri snellubátarnar. Hartil kann tað gerast trupult hjá einum báti í bólki 5B at røkka markinum, tá fiskidagarnir ganga undan, áðrenn árið er liðið.
2. Inntøkumarkið á 350.000 kr. eigur at verða strikað
Inntøkumarkið kann hava við sær, at fleiri virknir útróðrarbátar verða fluttir úr bólki 5A niður í 5B. Hetta økir um trýstið á fiskidagarnar hjá 5B. Harumframt verður skipanin tyngri at umsita, og vandi er fyri, at reglurnar verða umgingnar.
3. Fiskidagarnir eiga at verða rætt býttir frá ársbyrjan
SÚF mælir frá einum føstum býti á 60/40 millum bólkarnar. Heldur eigur rokningargrundarlagið fyri bólk 5A at verða lækkað úr 110 niður í 80 dagar fyri hvønn bát.
Serliga markaðu dagarnir til 5B eiga at verða varðveittir.
Útróðrarmenn eiga ikki ár eftir ár at skula bíða eftir politiskum avgerðum um at flyta fiskidagar millum bólkarnar.
4. Avmarkingin á 50 prosent fyrra hálvár eigur at verða strikað
Várróðurin hevur stóran týdning fyri bólk 5B. Vandin er, at fiskidagarnir ganga undan, júst tá fiskiskapurin er bestur. Útróður er treytaður av veðri, árstíð og fiskiskapi – ikki álmanakkanum.
5. Betri gagnnýtsla av fiskidøgunum
SÚF mælir til, at avreiðingar undir 150 kg ikki telja sum ein nýttur fiskidagur í bólki 5B, so leingi fiskidagar eru eftir í bólkinum. Soleiðis kunnu vit sleppa undan, at heilir fiskidagar verða nýttir til avreiðingar av nøkrum fáum fiskum.
Tá fiskidagarnir eru uppi, skal hetta undantakið falla burtur.
6. Niðurskurðurin í fiskidøgum eigur at verða tikin aftur
Niðurskurðurin á 20 prosent í 2024 og 10 prosent í 2025 er ein týðandi orsøk til, at fiskidagar mangla. SÚF mælir til, at niðurskurðurin í 2024 verður tikin aftur, og at farið verður aftur til semjuna um umsitingarætlanina frá 2021.
Harumframt eigur bólkur 5 at fáa somu møguleikar sum aðrir skipabólkar at flyta ónýttar fiskidagar millum ár.
7. Góðu broytingarnar eiga at verða varðveittar
SÚF tekur undir við, at tað verður sjálvboðið at flyta úr bólki 5B upp í 5A, og at bátaeigarar í 5A kunnu varðveita sítt fiskiloyvi, tá teir endurnýggja sítt fiskifar.
Útróðurin skal hava tryggar og varandi karmar
SÚF ynskir góðar umstøður fyri bæði bólk 5A og 5B. Tað eigur ikki at vera ein mótsetningur millum hesar báðar bólkarnar.
Endamálið má vera at skapa eina einfalda og vælvirkandi skipan, sum gevur útróðrarmonnum tryggar og varandi karmar, uttan mun til, hvør situr sum landsstýrismaður.
Útróður hevur í øldir verið ein týdningarmikil partur av føroyska samfelagnum. Vit eiga at tryggja, at hann eisini verður tað hjá komandi ættarliðum.
SÚF vónar, at landsstýrismaðurin tekur viðmerkingarnar hjá felagnum til eftirtektar, og at vit í felag kunnu finna eina góða loysn, áðrenn kunngerðin verður sett í gildi.
Suðurstreymoyar Útróðrarfelag, SÚF