Ongi úrslit

Nýggjur aðalskrivari: Katrin Elisabeth skal leiða Bíbliufelagið víðari

Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen er nýggi aðalskrivarin hjá Føroyska Bíbliufelagnum og heldur fram við arbeiðinum at týða Bíbliuna av nýggjum.

© Fólkakirkjan.
Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen er nýggi aðalskrivarin hjá Føroyska Bíbliufelagnum.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen er sett sum nýggjur aðalskrivari hjá Føroyska Bíbliufelagnum. Hon tók við starvinum 15. juni.

Hon er 42 ára gomul, uppvaksin á Viðareiði og býr í Kollafirði. Síðani 2024 hevur hon arbeitt í Bíbliufelagnum sum málsligur ritstjóri og samskipari í arbeiðinum við nýggju bíbliutýðingini.

Í mai gav Bíbliufelagið út nýggju týðingina av Nýggja Testamenti. Katrin Elisabeth stóð fyri tí arbeiðinum.

Skal gera Gamla Testamenti liðugt

Í nýggja starvinum skal hon framvegis fyrst og fremst arbeiða við nýggju bíbliutýðingini. Nú er hon farin undir at gera Gamla Testamenti liðugt.

Hon skal eisini røkja sambandið hjá Føroyska Bíbliufelagnum við kirkjur, samkomur, myndugleikar, stovnar og altjóða samstarvsfelagar.

Royndir úr máli, undirvísing og kirkjulívi

Katrin Elisabeth er cand.mag. í føroyskum máli og norðurlendskum bókmentum. Hon hevur eisini útbúgving í donskum sum annað mál, FVU-undirvísing og verkætlanarleiðslu.

Hon hevur starvast sum lærari, vegleiðari, samskipari, ráðgevi og ritstjóri. Harumframt hevur hon gjørt kirkjuligt felagsarbeiði bæði í Føroyum og uttanlands.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Trýst endiliga ikki á leinkið!

24. juni kl. 10:00