Ongi úrslit

Nýggjur býlingur á Strondum: Børn spæla fram við vegnum, har øll ferðslan fer

Vaksandi ferðsla úr nýggjum býlingi á Strondum vekur stúran um ferðslutrygdina. Nú verður landsstýrismaðurin spurdur um eina nýggja rundkoyring.

© Kortal.
Rundkoyring kann bøta um ferðslutrygdina: Nýggi býlingurin við Hálsatjørn á Strondum hevur onga beinleiðis íbinding í landsvegin. Nú vil Helgi Abrahamsen hava svar upp á, um ein rundkoyring kann gerast á Lághálsum.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Ein nýggj rundkoyring á Lághálsum á Strondum kann beina ferðsluna úr nýggja býlinginum við Hálsatjørn burtur frá húsum, har børn spæla.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur nú sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, tríggjar skrivligar spurningar um ætlanina.

Fólkatalið á Strondum er vaksið nógv seinastu árini. Samstundis er ein nýggjur býlingur vaksin fram við Hálsatjørn.

Hóast býlingurin liggur nær landsvegnum, er eingin beinleiðis íbinding. Tí má øll ferðslan koyra ein umveg fram við nógvum húsum.

Ein íbinding hevði bæði stytt umvegin og bøtt um ferðslutrygdina, verður víst á í fyrispurninginum.

Sýnið vestureftir er avmarkað. Tí verður mett, at ein rundkoyring er neyðug.

Sjóvar kommuna hevur boðað frá, at hon er sinnað at brekka av eini høvd fyri at bøta um sýnið.

Helgi Abrahamsen vil nú vita, hvat rundkoyringin fer at kosta, og um landsstýrismaðurin vil virka fyri, at hon verður gjørd.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30