Ongi úrslit

Nýggjur ES-tollur á smápakkar úr londum uttan fyri ES

Kemur ikki at gjalda fyri Føroyar

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Frá 1. juli 2026 er tollfrítøkan fyri vørur undir 150 evrum, sum verða sendar úr londum uttan fyri ES, og til móttakara í ES-landi avtikin.

Í staðin verður eitt fyribils fast tollgjald upp á tríggjar evrur lagt á smáar innflutningssendingar.

Gjaldið verður kravt fyri hvørt vørusløg (tolltariff) í sendingini, og altso ikki bert fyri hvønn pakka.

Inniheldur ein pakki til dømis bæði eina T-shirt og eitt armbandsur, kann samlaða tollgjaldið verða seks evrur. Inniheldur pakki har afturímóti 10 t-shirts av sama slag, er tollgjaldið tríggjar evrur.

Nýggju reglurnar raka serliga keyp frá nethandlum sum Shein, Temu og AliExpress, sum eru handlar nógv lesandi og aðrir útisetar sum heild, njóta gott av at bestilla frá.

Í praksis verður væntað, at kostnaðurin verður lagdur omaná prísin, sum brúkarin rindar.

ES sigur, at endamálið er at tryggja javnari kapping, styrkja eftirlitið við innfluttum vørum og minka um svik í sambandi við innflutning.

Reglurnar galda bert fyri innflutning til ES. Føroyar eru ikki partur av tolløkinum hjá ES og eru tí ikki fevndar av nýggja tollgjaldinum. Her galda framvegis føroysku reglurnar um MVG, toll og onnur innflutningsgjøld.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Hetta hevði ongantíð borið til uttan stuðulin frá fólki

26. juni kl. 22:15