Ongi úrslit

Nýggjur frítíðarskúli í Porkeri

Jóhanna Højgaard
8. juli kl. 10:40

12.august letur ein nýggjur frítíðarskúli upp í Porkeri.

Í Frítíðarskúlanum koma børn úr 1. og 2. flokki í Porkeris skúla, umframt forskúlabólkurin í Dagrøktini.

Endamálið við Frítíðarskúlanum er at skapa eitt trygt og mennandi umhvørvi, har børnini eftir skúlatíð fáa møguleika at menna seg málsliga, sálarliga, sosialt, handaliga og rørsluliga.

Menningin fer fram undir umsorgan, vegleiðing og stuðli frá vaksnum.

Í Frítíðarskúlanum verður stórur dentur lagdur á at virða frítíðina hjá børnunum, har spæl, hugflog og felagsskapur hava góð kor.

Verkstaðarbeiði, skapandi virksemi og upplivingar úti í náttúruni verða tí raðfest, soleiðis at børnini fáa fjølbroyttar upplivingar og møguleika at menna seg á ymiskum økjum.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

16 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00