Kommunurnar í Suðuroy hava sett Jens Arna Leo Hammerfoss í starvið sum integratiónssamskipara. Jens Arni byrjar í starvinum 1. august 2026.
Jens Arni hevur seinastu árini starvast sum undirvísari á Glasir. Hann hevur útbúgving sum cand.mag. í heimsspeki og søgu og hevur innlit í føroyska samfelagið, lokalsamfeløgini og teir samfelagsligu strukturarnar, sum mynda gerandisdagin hjá borgarunum.
– Okur eru fegin um at bjóða Jens Arna vælkomnan í starvið. Hann hevur viðkomandi útbúgving, arbeiðsroyndir og gott innlit í føroyska samfelagið. Okur eru sannførd um, at hann fer at verða ein týðandi liður í arbeiðinum at tryggja góða integratión og skapa góðar karmar fyri nýggjar borgarar í Suðuroy, siga kommunurnar í felag.
Integratiónssamskiparin skal millum annað arbeiða við at vegleiða og stuðla nýggjum borgarum, samskipa tiltøk og arbeiða tvørfakliga saman við kommunum, stovnum, felagsskapum og øðrum aktørum í nærumhvørvinum.
Samstarvið um integratiónssamskiparan fevnir um Hvalbiar kommunu, Tvøroyrar kommunu, Fámjins kommunu, Hovs kommunu, Porkeris kommunu, Vágs kommunu og Sumbiar kommunu.