Ongi úrslit

Nýggjur prestur: Ida Lykke Kannuberg verður virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi

Ida Lykke Kannuberg verður virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi í tríggjar mánaðir, meðan verandi prestur er í lestrarfarloyvi.

Edmund Jacobsen
12 tímar síðan

Ida Lykke Kannuberg verður virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi í august, september og oktober. Hon tekur við, meðan sóknarpresturin Jonhard Jógvansson er í lestrarfarloyvi. Tað samtyktu kirkjuráðini í prestagjaldinum á felags fundi 4. juni.

Tríggir mánaðir í embætinum

Skipanin í fólkakirkjuni gevur møguleika fyri, at tveir sóknarprestar um árið kunnu fara í lestrarfarloyvi. Tað er í hesum sambandi, at Ida Lykke Kannuberg nú verður sett sum virkandi prestur í Eiðis prestagjaldi.

Ida er ættað úr Vinde Helsinge á Vestursælandi og tók prógv í gudfrøði á Universitetinum í Keypmannahavn í 2021. Hon hevur millum annað starvast sum prestur í Diakonissestiftelsen í Frederiksberg.

Verður innsett í august

Í løtuni býr Ida saman við manni sínum, Tummasi, og dóttur teirra í Leirvík. Ætlandi verður hon innsett undir gudstænastuni í Eiðis kirkju 2. august klokkan 11.00.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Løtumyndir - Mentanarnáttin á Tvøroyri

31. mai kl. 17:02

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

Í gjár kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Sær gott út, men ilt at meta um hvussu summarið endar

31. mai kl. 18:00