Ongi úrslit

Nýggjur sálarfrøðingur settur til børn og ung

Thorvald er 38 ára gamal og hevur lisið sálarfrøði á Aalborg Universiteti, har hann í 2017 fekk prógv sum cand.psych

Klaksvík.fo
11. mars 2025 kl. 17:59

Tað er Thorvald Danielsen, sum er settur í starv sum sálarfrøðingur til børn og ung hjá Klaksvíkar kommunu.

Í arbeiðnum fer Thorvald í høvuðsheitum at hava fyribyrgjandi sálarfrøðiligar samrøður við børn og ung í fólkaskúlaaldri.

Seinastu trý árini hevur Skúlatrøð havt eina royndarskipan við sálarfrøðingi í starvi, sum Undirvísingarstýrið hevur fíggjað, meðan kommunan hevur útvegað og innrættað hølir og útvegað amboð til sálarfrøðingin á skúlanum.

Royndir skúlans av hesi skipan eru sera góðar, og tí hevur býráðið frá og við inniverandi ár játtað pening til halda fram við hesi skipan, nú við kommununnar fígging.

Starvið varð lýst leyst, og er avgerð nú tikin um at seta Thorvald Danielsen í starv sum sálarfrøðingur til børn og ung við staðseting á Skúlatrøð.

Thorvald er 38 ára gamal og hevur lisið sálarfrøði á Aalborg Universiteti, har hann í 2017 fekk prógv sum cand.psych., og síðani hevur hann fingið løggilding sum sálarfrøðingur.

 

Hann hevur drúgvar royndir at veita sálarfrøðiliga hjálp til børn og ung og foreldur teirra við fyribyrgjandi sálarfrøðiligum samrøðum. Somuleiðis hevur Thorvald hollan kunnleika til skúlaumhvørvið og hevur góðar royndir og hegni til at samskifta við aðrar fakbólkar í skúlanum og avvarandi.

 

Thorvald Danielsen byrjar í starvinum í næstum.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

Í gjár kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Vit blivu ordiliga rørd

Í gjár kl. 22:41