Ongi úrslit

Nýggjur vongverji í HB

Fótbóltsuppvøksturin var í PSV Eindhoven, og hann hevur spælt 55 dystir í bestu deildini í Niðurlondum

Jóannes Hansen
12. mars 2025 kl. 11:38

HB skrivar soleiðis í dag:

Niðurlendski bakkurin Lassana Faye, sum hevur fingið ein part av sínum fótbóltsuppvøkstri í hollendska stórfelagnum PSV Eindhoven, hevur undirskrivað sáttmála við HB galdandi hetta kappingarárið.

Lassana byrjaði yrkisleiðina í heimlandinum, og longu sum 13-ára gamal gjørdist hann partur av ungdómsdeildini hjá PSV Eindhoven. Har var hann fram til desembur 2015, tá hann flutti til Vitesse. Og bara eitt ár seinni fekk hann sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá Vitesse.

Umframt Vitesse, so hevur hann í Hollandi eisini spælt við Sparta Rotterdam og ADO Den Haag og hevur tilsamans spælt 55 dystir í bestu deildini í Hollandi, Eredivisie.

Í februar 2022 gekk leiðin til Ukraina og Rukh Lviv, men bert ein mánað seinni varð hann noyddur at flýggja úr Ukraina, tá kríggið brast á.

Seinast hevur hann spælt við Al-Zawraa SC í bestu deildini í Irak, men restina av kappingarárinum fáa vit so gleðina av fótbóltsevnunum hjá fyrrverandi hollendska ungdómslandsliðsleikaranum, skrivar HB.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

Í gjár kl. 08:55

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39