Í nógv ár hevur tað verið frammi, at heilivágurin, Ritalin, sum verður givin fyri ADHD, eisini verður misbrúktur at rúsa seg við.
Nú hevur Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurt landsstýriskvinna í heilsimálum, hvussu nógv Ritalin verður brúkt í Føroyum.
Margit Stórá sigur, at Ritalin er ein av fleiri heilivágum, sum evnið, methylphenidat, er í. Tað merkir, at tað eisini eru fleiri sløg av kopiheilivági, sum eru sum Ritalin.
Hon vísir á, at hesi seinastu árini frá 2016, til í fjør, er nýtslan av Ritalin, og øðrum líknandi kopiheilivági, meiri enn tvífaldað, úr 7,5 DDD í 2016, upp í 17,3 DDD í fjør.
Landsapotekarin sigur, at DDD er eitt mát, sum WHO brúka fyri at geva eina leysliga meting av, hvussu nógvur heilivágur verður brúktur, eitt nú, hvussu stórur partur av íbúgvunum í einum samfelagi, verða viðgjørdir við tí ávísa heilivágnum. Talan er um,hvussu nógvar nøgdir eru útskrivaðar fyri hvørji 1.000 fólk í eitt samdøgur. Endamálið við DDD talinum er at samanbera nýtsluna í einum landi ár um ár, og at samanbera nýtsluna í einum landi við onnur lond.
Men samstundis er nýtslan av øðrum heilivági fyri ADHD, vaksin munandi meiri. Og tilsamans er nýtslan av ADHD heilivági meiri enn fýrafaldað hesi seinastu sjey árini, frá 2016 til í fjør.
Í 2016 var nýtslan av ADHD heilivági í Føroyum, 8,4 DDD, men í fjør var hann 31,9 DDD.
Danska heilsustýrið mælir framvegis til, at Ritalin og kopiheilivágur, skulu vera fyrsta val, sigur Margit Stóra.
Fyri at minka um vandan fyri, at heilivágurin verður brúktur sum rúsevni, hava vit í Føroyum kortini gjørt av at gera meiri burtur úr at brúka annan heilivág sum fyrsta val, og seinastu árini er nýtslan av hesum heiliváginum vaksin serliga nógv.
Orsøkin til hetta er at annar heilivágur, sum ikki inniheldur methylphenidat, og sostatt kann hann ikki á sama hátt, brúkast við tí fyri eyga at rúsa seg við.
Hetta sæst aftur í talvu 1 har nøgdin av Ritalin og kopiheilivági ikki veksur líka nógv, sum nøgdin av øðrum ADHD heilivági. Tað merkir, at annar ADHD heilivágur, sum ikki inniheldur methylphenidat, er meiri nýttur tey seinastu árini.
Í talvuni niðanfyri er yvirlit yvir fólk sum taka heilivág fyri ADHD í aldursbólkum. Her er talan um øll sløg av heilivági fyri ADHD.
Sambært talvuni er nýtslan av ADHD heilivági serliga økt millum tey sum eru 20 ár og eldri seinastu 3-4 árini.
Sambært Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum eru nógv vaksin fólk útgreinað og hava fingið staðfest ADHD seinastu árini.
Meginparturin av teimum eru sett í viðgerð við ADHD heilivági, og tað er høvuðsorsøkin til at nýtslan av ADHD heilivági er økt so nógv seinastu árini.
Orsøkin til at fleiri verða ávíst til útgreining er eitt skifti í uppfatanini av ADHD, sum fyrr var mettur at vera ein trupulleiki hjá børnum. Men nú er serkunnleikin komin eftir, at hjá nógvum av teimum børnum sum hava ADHD, heldur hetta fram í vaksnamannaárunum.
Tey, sum eru vaksin í dag, og høvdu ADHD sum børn, vóru ikki kannað tá, men teirra trupulleikar vóru mettir at stava frá onkrum øðrum enn ADHD.
Hesi verða send til útgreiningar í dag. Sum støðan er nú, vóru 100 vaksin fólk ávíst til útgreiningar tveir teir fyrstu mánaðirnar í 2023.
Tað verða alsamt fleiri ávíst til greiningar fyri ADHD, so vit kunnu vænta, at enn fleiri vaksin fólk verða sett í viðgerð fyri ADHD komandi árini og at nýtslan av ADHD heilivági fer at vaksa.
Verður hugt at tølunum fyri tey ymisku sløgini av heilivági, sæst á talvu 1, at í 2016 vóru umleið 90 prosent av teimum, sum fingu ADHD heilivág, í viðgerð við Ritalin og kopiheilivági. Í 2022 var talið umleið 55 prosent.
Hetta kemst av, at vit í Føroyum í alsamt størri mun eru farin at brúka annan heilivág, val. Hetta evnið er ikki í sama vanda fyri at verða brúkt til at rúsa seg við, sum eitt nú Ritalin.
Eitt annað slag av ADHD heilivági, ið nevnist dexamfetamin, og verður nógv brúkt aðrastaðni, verður so gott sum ikki brúkt í Føroyum. Hetta er eisini eitt evni, fólk kunnu brúka til annað enn viðgerð).
Allir læknar kunnu útskriva heilivág fyri ADHD. Men at staðfesta ADHD, og seta viðgerðina í gongd, er ein serlæknauppgáva.
Landslæknin hevur eftirlit við, hvussu nógvan heilivág, læknarnir geva. Heilivágur fyri ADHD er heilivágur, sum er undir serligum eftirliti. Apoteksverkið sendir landslæknanum yvirlit yvir allar heiluvág av hesum slagnum, sum verður útflýggjaður, sigur Margit Stórá.