Ongi úrslit

Nýtt átak skal læra ferðafólk at uppføra seg í Føroyum

Áki Bertholdsen
20. mai kl. 09:08

Ferðavinnan er blivin ein stór vinnugrein í Føroyum, sum kastar nógvar pengar av sær. Men tað skerst heldur ikki burtur, at summastaðni eru fólk rættiliga troytt av ferðafólki, tí tað eru ikki øll sum duga at uppføra seg ordiligt.

Men nú fer Visit Faroe Islands undir eitt nýtt kunningarátak um ábyrgdarfullan atburð hjá ferðafólki í Føroyum.

Við eini vinaligar áheitan um at vitja ábyrgdarfult, verður ein greiður og altjóða kendur boðskapur tikin í nýtslu, sigur Visit Faroe Islands.

Boðskapurin er einfaldur: Ferðafólk eru hjartaliga vælkomin til Føroyar, men tað er eisini týdningarmikið at hava fyrilit og at ferðast við ábyrgd.

Tónin í átakinum er lættur og útgangsstøði er, at vit hava álit á á, at ferðafólkini vilja bera seg rætt at og við hesi kunningini hava tey fortreytirnar fyri at gera tað, sigur Visit Faroe Islands.

Frá tí løtu fólk fara at kunna seg um Føroyar, skulu tey fáa sama greiða boðskap um, hvussu ein ferðast við virðing fyri náttúru, samfelagi og fólki.

Tey fáa eisini sama boðskap, tá tey eru komin til Føroyar. Hesa næstu tíðina verður átakið sostatt sjónligt á flogvøllinum, har stór veggjaprýði og kunning á skíggjum vísa ferðafólki, hvussu tey skulu bera seg at.

Boðskapurin verður eisini sjónligur umborð á Norrønu, í Atlantic Review blaðnum hjá Atlantsflogi, umframt á gistingarhúsum, í leigubilum og á kunningarstovum.

– Við hesum átakinum vilja vit vísa ferðafólkum, hvussu tey kunnu njóta Føroyar og samstundis hugsa um náttúru og samfelag, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Trýst endiliga ikki á leinkið!

24. juni kl. 09:00