Ongi úrslit

Nýtt ES-uppskot kann fáa avleiðingar fyri føroyska grindaveiðu

Eitt nýtt uppskot frá ES-nevndini kann fáa avleiðingar fyri smáhvalaveiðu í Føroyum og Grønlandi og harvið eisini fyri føroysku grindaveiðuna.

© Dimmalætting.
ES-uppskotið kann fáa avleiðingar fyri føroysku grindaveiðuna.
Edmund Jacobsen
4. august kl. 13:45

Eitt nýtt uppskot frá ES-nevndini kann fáa avleiðingar fyri føroysku grindaveiðuna. Tað stendur í einari nýggjari viðmerking frá danska uttanríkismálaráðnum.

ES-nevndin vil áseta eina felags støðu fyri ES til teir tríggjar næstu fundirnar í Altjóða hvalaveiðinevndini, IWC. Endamálið er millum annað at varðveita bannið móti vinnuligari hvalaveiðu og at fáa hvalaveiðuna hjá øllum limalondum undir eftirlit hjá IWC.

Danmark vísir á mótstríðandi áhugamál

Danska stjórnin tekur sambært viðmerkingini undir við, at hvalastovnar skulu verjast móti veiðu, sum ikki fer fram á ábyrgdarfullan hátt. Samstundis heldur stjórnin fast við meginregluna um, at tilfeingið í havinum skal kunna gagnnýtast á burðardyggan hátt og á vísindaligum grundarlagi.

Sambært donsku stjórnini kann uppskotið tí vera torført at sameina við tey samlaðu áhugamálini hjá ríkisfelagsskapinum, tí hvalaveiða fer fram bæði í Føroyum og Grønlandi.

Uppskotið hevur tí eisini verið sent til hoyringar hjá viðkomandi myndugleikum í Føroyum og Grønlandi. Hvalir eru longu friðaðir í ES-sjógvi, men uppskotið kann kortini fáa avleiðingar fyri føroyska og grønlendska smáhvalaveiðu.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

20 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39