Ongi úrslit

Nýtt farmaskip styrkir føroyska flotan

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Í gjár seinnapartin varð nýggjasta skipið hjá Navigare Shipping, MV Hav Leiti, hátíðarhildið við dóp í Harlingen í Hollandi.

MV Hav Leiti er tað fyrsta av fýra nýggjum systurskipum, sum reiðaríið hevur latið byggja. Skipið er munandi størri enn verandi skip í flotanum og málar nærum 90 metrar í longd og 15,45 metrar í breidd. Bruttotonsatalið er 3.984 BT.

Talan er um eitt nútímans general cargo-skip, har serligur dentur er lagdur á umhvørvisvinarligar loysnir og at minka um útlátið. Skipið hevur diesel-elektriskt framdriftarskipan og verður rikið við fýra el-motorum. Harumframt er gravimaskinan á dekkinum el-rikin, sum bæði minkar um orkunýtslu og CO₂-útlát.

Við MV Hav Leiti tekur Navigare Shipping enn eitt stig móti einum meira nútímans og burðardyggum skipaflota.

Eftir ætlan verða hini trý systurskipini latin og tikin í nýtslu í 2026 og 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57