Borðtenniskappingarárið byrjar av álvara leygardagin 3. oktober, tá fyrsta umfarið í MTV Grand Prix verður spælt. MTV Byggivirkið er nýggjur høvuðsstuðul og hevur givið kappingini nýtt navn.
Kappingin byrjar klokkan 12.00. Leikararnir verða bidnir um at møta eina løtu frammanundan. Tilmeldingin fer fram við dómaraborðið, tá komið verður í høllina.
Grand Prix-kappingin verður eins og undanfarin ár skipað í sjey umfør. Kappingarnar verða skiftivís í Tórshavn og Trongisvági.
Leikararnir savna stig gjøgnum kappingarárið, og eftir seinasta umfarið verða trý tey fremstu í hvørjum aldursbólki kosin samlaðir vinnarar.