Norðurlendska ráðharraráðið setur 950.000 danskar krónur av til verkætlanina Metodutveckling för ökad delaktighet. Endamálið er at menna og breiða út arbeiðshættir, sum kunnu geva borgarum størri ávirkan á fólkaræðisligar avgerðir.
Fólkaræðið er undir trýsti
Verkætlanin skal kortleggja og greina skipanir, sum longu verða brúktar í Norðurlondum. Talan kann vera um borgarapanel, talgildar samrøðupallar og aðrar hættir, sum gera tað lættari hjá fólki at taka lut.
Úrslitið skal savnast í eini frágreiðing við yvirliti yvir modellir, háttaløg og amboð í norðurlendsku londunum.
Børn og ung fáa virknan leiklut
Børn og ung skulu ikki bara síggjast sum ein málbólkur. Tey skulu fáa ein virknan leiklut sum viðskaparar í arbeiðinum.
Sambært lýsingini skal verkætlanin styrkja vitanina hjá borgarum um fólkaræðisliga luttøku og geva teimum betri møguleikar at ávirka avgerðir, sum viðvíkja teimum.
Umsóknarfreistin er 12. august 2026.