Ongi úrslit

Nýtt oljufelag brýtur duopolið í Føroyum

Eitt nýtt oljufelag er á veg á føroyska marknaðin. Felagið kann frá fyrsta degi selja fjórða hvønn litur av oljuni, sum verður seld í Føroyum

Jonhard Hammer
30. juni 2023 kl. 18:01

Tey bæði føroysku oljufeløgini, sum seinastu mongu árini hava havt duopol í Føroyum, fáa nú kapping frá einum sterkum føroyskum oljufelag, sum tekur kappingina upp við gomlu oljufeløgini. Og av tí, at eigararnir av nýggja oljufelagnum í dag keypa fjórða hvønn litur av olju, sum verður seld í Føroyum, so verður hørð kapping við gomlu oljufeløgini frá fyrsta degi.

Talan er um eini fýra-fimm føroysk reiðarí, sum fara at stovna nýggja oljufelagið. Tey fara sjálvandi at selja olju til øll síni skip, og harvið hava tey longu fjórðingin av føroyska marknaðinum tá tey byrja. Síðani kunnu tey taka kappingina upp um olju til føroysku húsarhaldini, SEV og aðrar stórar kundar. Um felagið eisini fer at selja diesel og bensin til bilar vita vit ikki, men tey kunnu so taka kappingina upp.

Dimmalætting hevur spurt Róa Kalsø, sum sigst vera ein av fyrireikarunum av nýggja oljufeløagnum, men hann hevur onga viðmerking.

– Spyr meg aftur í næstu viku, sigur hann, tá Dimmalætting spyr.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

Í gjár kl. 07:20

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30

Syrgilig tíðindi á døgurða

10 tímar síðan