Ongi úrslit

Nýtt Smílibýli - Eysturbýurin er fyri mismuni

Astrið Breckmann
5. mai kl. 11:07

Í sambandi við, at hølistrupulleikarnir hjá Smílibýlinum (Frítíðarskúlanum í Eysturbýnum) koma fyri á býráðsfundi í dag, vil eg gera vart við, at tørvur er á eini varandi loysn, og at Eysturbýurin hevur eisini krav upp á frítíðarskúlatilboð til 3. flokk, eins og hinir býarpartarnir í Tórshavn hava.

Her er lesarabrævið um sama evni í sambandi við býráðsvalið í 2024:

Smílibýlið er frítíðarskúlin í Eysturbýunum, har børnini í 1. og 2. flokki ganga eftir skúlatíð. Hetta eri einans helvtin av tí tænastu, sum borgarar í øðrum býarpørtum fáa frá Tórshavnar Kommunu, har fýra árgangir frá forskúla til 3. flokk kunnu ganga í frítíðarskúla (til teir skúlar, sum hava forskúla).

Starvsfólkini gera eitt megnararbeiði, hóast hølini og spæliplássið líða undir niðurraðfestinum frá kommununi. Ein partur húsast í eini bingju í skúlagarðinum í Eysturskúlanum og hin í einum gomlum sethúsum í Stoffalág.

Á spæliplássinum sveiggjar ein einsamøll reiggja í vindinum, tí Tórshavnar kommuna vil eftir áralangar áheitanir frá foreldrum og leiðslu ikki brúka eina krónu til at bøta um spæliplássið.

Øll játtanin fer til viðlíkahald av einum sera gomlum og slitnum sethúsum, og tí eru eingir pengar til at gera umstøðurnar betri hjá børnum og starvsfólkum.

Onnur hava fingið nýggjar glæstriborgir fyri nógvar milliónir og nýmótans spælipláss. Tað einasta, vit ynskja her í Eysturbýnum, er, at vit eisini verða raðfest. Vit kenna okkum undirraðfest.

Frítíðarskúlin Smílibýlið má fáa:

         1)  Hølir, sum líkjast nøkrum

         2)  Spælipláss, sum líkist nøkrum

         3)  Tríggjar árgangir (1.-2.-3.flokk) og ikki bert tveir árgangir

Eg mæli staðiliga til, at eitt nýtt Smílibýlið, ið kann rúma trimum árgangum, verður bygt við Eystuvøll.

Astrið Breckmann

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14