Ongi úrslit

Nýtt trivnaðarøki tekur skap í Vestmanna

Kommunan er farin í holt við at snøgga um og menna eitt nýtt trivnaðarøki við hylin niðanfyri John´sa handil.

Vestmanna Kommuna
10. mai kl. 15:18

Tað eru nógv, ið hava varnast tað, tí longu nú síggjast børn og familjur hugna sær í økinum. Hetta er gleðiligt, tí hóast arbeiðið ikki er liðugt enn, ber væl til at stuttleika sær har.

Kommunan hevur ruddað steinar, móru, gras og annað, sum hevur lagt seg á gamla sandin gjøgnum árini, og síðan lagt nýggjan, ljósan fjørusand omaná. Í vikuni verður vestari parturin eisini ruddaður og nýggjur sandur verður lagdur á. Eisini vera tvær heingikoyggjur settar upp á sandinum.

Tað er ógvuliga veðurgott við hylin, og verður økið væntandi ein nýggj perla afturat í Vestmanna, har bæði børn og vaksin kunnu hugna sær.

Síðst í mai verður farið undir at umvæla mittasta neystið, sum skal hýsa gamla Vestmenningi – elsta 10-mannafarinum í bygdini. Seinni í ár er eisini ætlanin at gera eina brúgv har, sum Hórará rennur út á sjógv, so til ber at ganga allan vegin runt um hylin.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Hetta hevði ongantíð borið til uttan stuðulin frá fólki

26. juni kl. 22:15